”Bíðið við uppboðssøluni nú og gevið landsstýrismanninum ein møguleika at finna breiða semju.” Tað er boðskapurin í einum broytingaruppskoti, sum Jørgen Niclasen, Jákup Mikkelsen, Bárður Kass Nielsen og Bjørn Kalsø hava lagt fyri løgtingið í morgun.
Løgtingið hevur í dag 3. viðgerð av uppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017.
Teir fýra andstøðutingmenninir vísa á, at løgtingið við 2. viðgerð samtykti, at partur av makreli, sild og svartkjafti skal seljast á uppboðssølu og somuleiðis partur av botnfiski í Barentshavinum.
”Men sera nógv ógreiða er í uppskotinum,” siga Jørgen Nislasen, Jákup Mikkelsen, Bárður Kass Nielsen og Bjørn Kalsø.
”Fyri tað fyrsta ber ikki til at siga, hvørjar nøgdir talan er um, og heldur ikki hvør sleppur at bjóða,” siga teir. Teir vísa á, at landsstýrismaðurin má koma aftur í tingið í januar, fyri at nágreina hesar spurningarnar. Ti halda teir tað vera munandi skilabetri at taka tað, teir kalla ”ógreiðu ásetingina” úr uppskotinum nú, og heldur viðgera eitt greitt uppskot í januar.
Atkvøtt verður um uppskotið og broytingaruppskotið um eina løtu.




