Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF fingið styrk

Jákup Ósá

ÍF hevur styrkt seg við royndum útlendskum leikara.

If.fo skrivar: Jólini nærkast, og í dag kunnu vit staðfesta, at allir ÍF-fjepparar hava fingið eina markanta jólagávu.

Liðið hevur fingið styrk av ongum minni enn Ndende Adama Guéye, vanliga kallaður Ndende, sum er millum teir royndastu útlengingarnar í landinum. Sterki Senegalbúgvin, sum fyri tað mesta spælir í miðverjuni ella defensiva miðvøllinum, kom til Føroyar í 2008. Frá og við 2008-2012 spældi hann fyri B68, áðrenn hann fór til nú samanlagda aldursforsetan á Tvøroyri. 2014 og 2015 umboðaði hann KÍ, í meðan hann í ár hevur spælt fyri TB.

At talan er um ein royndan harra er ikki at taka munnin ov fullan. Hann er skrásettur fyri 232 dystir í fremstu deildini, umframt 14 dystir í steypakappingini. Hesir dystir hava kastað tilsamans 35 mál av sær.

Sáttmálin er galdandi fyri 2017.

Harleyfacadeacryl