Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein bumba afturat..?..

Okkara veðurmaður: Hanus Kjølbro, Sjónám

Tað allarringasta veðrið er farið – tó at enn er fitt av vindi ymsasteðs kring landið. Men veðrið er í bata – tað gongur spakuliga – barometrini ota seg spakuliga uppeftir, og miðalvindferðin er í minking. Onkur hørð hvirla er í støðum enn.

Tað allarringasta veðrið er farið – tó at enn er fitt av vindi ymsasteðs kring landið.

Men veðrið er í bata – tað gongur spakuliga – barometrini ota seg spakuliga uppeftir, og miðalvindferðin er í minking. Onkur hørð hvirla er í støðum enn.

Á middegi í morgin er vindferðin komin niður í 13 til 18 m/s. Tað er hóast alt frægari enn stormin vit hava havt í dag. Alt er relativt…

200 fjórðingar beint sunnan fyri Flemish Cape fer eitt nýtt lágtrýst at taka seg upp seinnapartin í morgin ella annaðkvøld. Tað fer eisini at verða djúpt. Tað fer at standa upp á markinum ímillum ta køldu luftina, sum kemur av Norðpólinum, og ta heitu luftina, sum stavar úr tropiskum øki. Marknamótið (polarfronturin) er í hesum døgum leiðin úr Eysturstond USA til Skotlands. Tað er stórur munur í hitanum í teirri køldu og teirri heitu luftini. Tí gerast lágtrýst djúp.

Hetta lágtrýst fer at halda aðra leið, enn tað, sum gav okkum nógvan vind í dag. Tað fer av leiðini sunnan fyri Flemish Cape og beina leið ímóti norðasta parti av Skotlandi. Og tað fer at dýpast skjótt – ordiliga skjótt. Ætlandi úr 989 hPa á middegi hósdagin niður í 958 hPa á middegi fríggjadagin. Munurin er 31 hPa!! – og tá verður tað statt einar 200 fjórðingar í ein útsynning úr Føroyum.

Eitt samdøgur seinni – t.e. á middegi jólaaftan – er tað farið eystur um Føroyar. Sum tað sær í løtuni, verður mesti vindurin ímillum Hetland og Skotland hetta tíðarskeiðið.

Gevi gætur, at tá ið lágtrýst soleiðis er spádd at koma beint á okkum ella næstan beint á okkum um nakrar dagar, skal ikki nógv til, at veðrið ikki verður, sum ein væntar.

Men fylgt verður við….