Reyði Krossur Føroya hevur sent 500.000 krónur sum bráðfeingis neyðhjálp til Sýria. Peningurin er partur av upphæddini, sum kom inn við Landsinnsavningina í september í ár.
Harumframt letur Føroya Landsstýri 1 mió. krónur í neyðhjálp til Sýria í samstarvi við Reyða Kross Føroya.
Trý tey seinastu árini hevur Reyði Krossur sent tilsamans 1,5 mió. kr. til neyðstødd í Sýria og til sýriskar flóttar. Fyrr í ár vórðu 500 túsund krónur sendar, og í fjør sendi Reyði Krossur 700 túsund krónur til Sýria. Í 2014 sendi Reyði Krossur 300 túsund krónur at hjálpa sýriskum flóttafólkum í Irak.
Tíverri mugu vit ásanna, at støðan í borgarakrígsherjaða Sýria er alt annað enn góð. Eftir fimm árum við borgarakríggi hava 13,5 mió. sýrar tørv á humaniterari hjálp, meðan 6,6 milliónir sýrar eru riknir frá húsi og heimi og eru flóttar í egnum landi. Eisini eru 4,8 milliónir sýrar flýddir til grannalondini Libanon, Turkaland og Jordan. Stórur partur av hesum menniskjum eru børn, ið ikki kenna til annað enn kríggj, neyð og deyða.
Í samstarvi við Reyða Kross veitir Sýriski Hálvmáni átrokandi neyðhjálp til fleiri enn 4,5 milliónir sýrar. Fleiri enn 6.000 sjálvboðin vága hvønn dag lívið fyri at hjálpa neyðstøddum, og síðan borgarakríggið byrjaði, hava 63 sjálvboðin latið lív í arbeiðinum at hjálpa.
Hjálpin, sum Reyði Krossur Føroya og Føroya Landsstýri veita í felag, fer í samstarvi við Syriska Hálvmána til fleiri endamál:
1. At býta út reinførispakkar, har ein pakki til eitt virði á 145 kr. kann nøkta tørvin til reinføri hjá einari familju (4-6 persónar) í ein mánaða.
2. Stuðul til flytbarar heilsustøðir, sum veita læknahjálp til fólkið í krígsherjaðu økjunum.
3. Psykososialan stuðul til børn og vaksin, sum eru ávirkað av hørðu upplivingunum í borgarakrígnum.
4. Beinleiðis stuðul til Sýriska Hálvmána, sum er tann størsti virkni humaniteri felagsskapurin í Sýria. Sýriska Hálvmáni gevur sjálvbodnum neyðuga upplæring til at veita hjálp.
Reyði Krossur Føroya takkar teimum mongu føroyingunum, sum stuðlaðu okkara Landsinnsavning, og sum annars stuðla okkum, og teimum mongu, sum gera eitt stórt sjálvboðið arbeiði, soleiðis at vit kunnu veita hjálp, ið munar.
Eisini fegnast vit í Reyða Krossi um, at tað eru stigtakarar, sum av egnum fríum vilja taka stig til at útvega hjálp til syrgiligu støðuna í Sýria.
Tórshavn 19. des. 2016
Reyði Krossur Føroya




