Á Borg undir stórmána í jólaføstu 2016: Einglaljóð og gleðiboð, Rísgreytur og frost.
Á Borg undir stórmána í jólaføstu 2016: Einglaljóð og gleðiboð, Rísgreytur og frost.
Málvinir og onnur fregnast: ”Eru málsligu viðmerkingarnar tagnaðar?” Takki fyri fyrispurningarnar. Ikki er røddin heilt tagnað. Her er so ein jólamálrøktarkvøða:
EINGLALJÓÐ: Hvør dugir at siga hatta? Nógv eru farin at gloyma ”ellið”. Spell! Roynið nú og sigið ”ell” í hesum orðum: ”ljóð, ljós og ljómur”, ikki minst útvarpsfólk!
Hvørji ”ei-fólk” í Føroyum siga annars ei í orðinum ”eingil”? Komi aftur til hatta seinni.
GLEÐIBOÐ: Einki ”ess”. Gleðin hon, kvennkyn. Onkur er nú farin at siga ”gleðisboð”. Einki ”ess”! Einki s í gleðilig og frøðilig (gleði og frøði eru kvennkynsorð)! Vit siga t.d. ikki gleðislig jól og skulu heldur ikki siga ella skriva heilsufrøðislig ella støddfrøðislig!
RÍSINGREYTUR: “Rísin” merkir “hvassur, óslættur, illur”. Greytur kann neyvan vera “rísin”. Orðið “rís” er hvørkikyn, rísið tað. Greyturin eitur tí “rísgreytur”, sera einfalt. (Har er ikki talan um enska ávirkan)!
FROSTUR!?: Orðið ”frost” er hvørkikyn, frostið tað. ”Frostur” er óregluligt (staðbundið). Man tað vera í Havn og ikki aðrastaðni? Veit onkur?
FAKLAR: “Vit gera faklarnir (-nar) klárar til faklagonguna” hoyrdist í einum útvarpi. Hví? Føroyska orðið er “KYNDIL” (KYNDLAGONGA). (Heldur ikki ensk ávirkan har)!
HALLELUJALÝSINGAR: Hvat er hatta fyri nakað? Málsliga eru fleiri lýsingar heldur ivasamar, men at brúka hatta orðið í lýsingum, m.a. í almenna útvarpinum, er rættiliga ódámligt! Har verður farið um okkurt mark.
KVØÐA: Fari at enda við at ynskja øllum málvinum og eisini hinum eini gleðilig jól og eitt gott ný(ggj)ár! Eisini ein kvøða til “Sprokforeiningina”: Alt tað besta! Vónandi verða tit meir jaligir á málrøktarøkinum í komandi tíðum!
Við jólamálrøktarkvøðu
Eyðun á Borg




