Sum altíð, var spenningur og hugni í samband við Jólaskipið. Veðrið var av tí besta tá tað stevndi inn eftir Vágni, og fyrireikararnir meta, at eini 2500 til 3000 fólk vóru úti í Klaksvík í kvøld.
Ongi atgongumerki vóru at meta seg eftir, tí sjálvandi er alt ókeypis atgongd til, sum Føroya Sjómannadagur fæst við, men 1500 pakkar vóru pakkaðir til børnini, og umleið 1400 blivu útflýggjaðir, ímeðan restin fór á sjúkhúsið og sambýlið.
Karl Birgir Isaksen frá Sjómannadegnum bjóðaði vælkomin og gav orðið til borgarstjóran, Jógvan Skorheim, ið avdúkaði Ársins Rósu. Hon fór til Áslaug í Norðnástovu í Mikladali. Meira um tað seinni.
Her nakrar myndir frá í kvøld:




