Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mens Vi Venter

Tíðindaskriv

Jólaaftan munnu tað vera mong børn ið stytta sær um stundir frammanfyri sjónvarpsskíggjanum meðan bíða verður.

Danmarks Radio framleiðir á hvørjum ári jólaundirhald til børnini undir heitinum “Mens Vi Venter”. Í ár hevur sendingin so eisini fingið føroykst íkast, tá genturnar Fríða og Sarah luttaka saman við vinkonuni Ida. Fríða og Sarah komu sum kunnugt við í finaluna í ársins MGP og hava síðan í felag útgivið jólasangin “Når Julemanden Går”, ið má sigast at vera væl móttikin, ikki minst á socialu miðlunum.

Longu eftir 3 vikur er sjónbandalagið spælt meir enn 40.000 ferðir á Youtube.

Froja og Sarah luttaka í stóru barnasendingini Mens Vi Venter á DR Ramasjang jólaaftan kl. 8-14 við spæli, samrøðu og sangi. Teirra framførsla verður væntandi at síggja millum kl 9:30 og 10:15.

Leinkja til jólasangin:

https://youtu.be/1fstmYpukBY

Jólasangurin er somuleiðis tøkur á øllum streaming tænastum.