Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óðnarveður herjar um alt landi og nógvir skaðar fráboðaðir

Oliver Joensen

Færøernes Politi – 2016-12-25 15:01 GMT
Góðu tit øll Nú er aftur óðnarvegur og vit fara at heita á tykkum øll um at hugsa tykkum væl um áðrenn tit fara út at ganga ella at koyra. Á Kaldbaksvegnum er í løtuni sera harðført – har er sera nógvur vindur, ógvuslig glaðustrok og ringt at koyra orsakað av nógvum sjóroki og smásteinum sum fýkur eftir vegnum…. Vit fráráðað at koyra har í løtuni. Vit á 112 alarmsentralinum og vaktsentralinum hava fingið og fáa allatíðina nógvar skaðafráboðaninr og í skrivandi løtu er vindmegin 71 m/sek á Noðradalsskarði, 40 m/sek á Velbastaðhálsi, 48 m/sek á Sandsvágshálsi og 52 m/sek á Høgareyni. Til ber at kunna seg um veðurstøðuna við at fara á heimasíðuna hjá Landsverkwww.landsverk.foella at trýsta á hesa leinkjunahttp://portal.fo/vitja.php?vitja=http://www.landsverk.fo/Default.aspx?pageid=16279Jón Klein Olsen