Vit tosaðu við sløkkiliðsleiðaran í Klaksvík kl. 01.00 fyri at frætta tað seinasta um illveðrið, sum elvt til nógvar skaðar runt um í øllum landinum.
Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari, sigur, at 108 skaðar eru avgreiddir í Klaksvík seinasta døgnið.
– 108 skaðar eru avgreiddir og 20 eru eftir avgreiða. Summastaðni fáa vit einki gjørt fyrr enn tað verður ljóst aftur. Seinasta tíman er eingin fráboðan komin, og vit hava sent nógv av bjargingarfólkunum til hús at sova, so teir eru klárir til morgunin, tá tað aftur verður boðað frá sera ringum veðri. Nógv tøk eru farin og annars eru tað ymiskir skaðar. Tað liggur framvegis nógv leyst og rekst runt um í býnum. Men vit vita tíbetur ikki um nakran fólkaskaða, segði Finn Hansen við Norðlýsið kl. 01.00.




