Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hildu jólaaftan nýggjársaftan

Jákup Ósá

-Vit høvdu eina jólahugnaløtu í gjárkvøldið, nýggjársaftan siga teir umborð á Ågot.

-Vit høvdu eina jólahugnaløtu í gjárkvøldið, nýggjársaftan siga teir umborð á Ågot.

Tað er Føroya Sjómansmissión, ið hevur fingið nýggjársheilsu frá manningini á Ågot, sum er á veg til fiskileið á Flemish Kap. 

– Vit ótu dunnu við ymiskum góðum afturvið. Tá alt var vaska upp sungu vit nakrar jólasangir og stýrimaðurin læs jólaevangeliði. Síðani deildu vit pakkar út sum vit hava fingið frásjómanskvinnuringunum kring landi. Ein og ein pakki var so pakkaður upp, og tað var ikki sørt at menninir vóru spentir eftir at síggja, hvat hvør fekk. Pakkarnir vóru væl blandaðir hjá tær Torleif, tí pakkarnir vóru úr øllum landinum. Teir flestu høvdu avsendara á kortinum, so tað var stuttligt at hoyra menninar tosað um, at teir máttu fara at kanna hvør daman var. Til síðst ótu vit rís a lamande og høvdu mandlugávu. Tað var stak hugnaligt. Vit siga stóra takk fyri jólapakkarnar, og tað arbeiði sum tit gera. Tykkum og øllum okkara kæru heima verður ynskt eitt gott og eydnuberandi nýggjár, siga teir umborð á Ågot í jólaheilsu umvegis Føroya Sjómansmissión, har myndirnar eisini eru tiknar. 

Ågot fór avstað 2. jólakvøld á midnátt. 

Harleywoodpaint