Meðan nývalda býráðið í Havn lovar ókeypis busskoyring eisini í hesum valskeiðinum, lovar Sunda kommuna ókeypis svimjing á Oyrarbakka.
Meðan nývalda býráðið í Havn lovar ókeypis busskoyring eisini í hesum valskeiðinum, lovar Sunda kommuna ókeypis svimjing á Oyrarbakka.
Tað var undanfarna býráð sum samtykti á seinasta býráðsfundinum í desember, at tað frá nú av verður ókeypis at svimja.
Sum grundgeving fyri avgerðini sigur kommunan stutt og greitt, at tað er sera gott fyri heilsuna at svimja umframt at tað eisini er stuttligt.
Fyrsti dagurin tað verður ókeypis at svimja verður 4. januar.




