Í november mánaði sendi Oliver Joensen, blaðstjóri á Norðlýsinum, eitt teldubræv til sóknarprestin í Grenaa í Danmark viðvíkjandi eini ljósakrúnu í kirkjuni í býnum.
Í november mánaði sendi Oliver Joensen, blaðstjóri á Norðlýsinum, eitt teldubræv til sóknarprestin í Grenaa í Danmark viðvíkjandi eini ljósakrúnu í kirkjuni í býnum. Í einum tíðindastubba í danska blaðnum “Ude og Hjemme”, hevði staðið, at ljósakrúnan skuldi vera gjørd burturúr rattinum á føroyska trolaranum “Bakur”. Men upplýsingarnar um rattið samsvaraðu ikki (sí grein í Norðlýsinum um tað).
Nú er svar komið frá kirkjuskrivstovuni í Grenaa, og vísir tað, at tey hava gjørt eitt ávíst kanningararbeiði, fyri at fáa greiðu á, um rattið er av Baki ella Barmi. Í svarinum verður millum annað sagt:
Jeg har nu haft kontakt til vores lokale museum, men som du ser, har han ikke noget bud på, hvilken trawler ”rattet” stammer fra.
En af vores menighedsrådsmedlemmer, som har været meget aktiv omkring Simon Peters Kirke har sendt mig en afskrift af en artikel, som kom i forbindelse med kirkens åbning i 1957 (medsendt denne mail). Og det er fra denne artikel, udvalget omkring Simon Peters Kirke, har sine oplysninger.
Men da dine oplysninger sikkert er mere valide end de oplysninger, som en journalist fra Grenaa har fundet, så vil jeg foreslå udvalget, at teksten ændres med henvisning til din forklaring. Da det jo er få år det drejer sig om, fra Klaksvigstriden og til begge trawlere ender her, så mener jeg, at din forklaring er den korrekte! .. og vi skulle jo nødig starte en ny Klaksvigstrid (som jeg så aldrig havde hørt om, før du ringede/skrev – jeg har i hvert fald ikke tænkt nærmere over det, selvom jeg har læst brochuren fra Simon Peters Kirke)!
På vegne af udvalget skal jeg fortælle dig, at de er glade for, at du har taget dig den ulejlighed, at kontakte os – og at de vil sørge for, at brochuren bliver ændret til det korrekte navn: Barmur!
Tað er ikki uttan orsøk at bland kann vera komið ímillum nøvnini á Baki og Barmi. Í 1955 sleipaði Bakur Barm til Grenaa til upphøggingar, og tað var í tí sambandinum, at róðrið varð tikið úr og gjørt til ljósakrúnu.




