Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan á Lakjuni leggur løgmann undir at bróta stýrisskipanarlógina

Helgi Abrahamsen

Hevur landsstýrið yvirtikið § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini, uttan at spyrja Løgtingið eftir? Tað vil Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, hava løgmann at svara. Hann hevur tí sett løgmanni ein fyrispurning um tað.

Hevur landsstýrið yvirtikið § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini, uttan at spyrja Løgtingið eftir? Tað vil Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, hava løgmann at svara. Hann hevur tí sett løgmanni ein fyrispurning um tað.

“Sambært stýrisskipanarlógini kann einki mál verða yvirtikið uttan við løgtingslóg,” sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, sum undrast á, at løgmaður – uttan at spyrja løgtingið um loyvi, hevur lýst, at § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini er yvirtikin.

Í § 14, stk. 2 stendur: “Ægtefæller kan få et ægteskab, som er indgået ved borgerlig vielse, kirkeligt velsignet af en præst i folkekirken. Regler herom fastsættes af kirkeministeren.”

Jógvan á Lakjuni vísir á, at tá fólkakirkjan varð yvirtikin í 2007, fylgdi bara ein grein í hjúnabandslógini við yvirtøkuni, og tað var § 15, stk. 2 sum gevur prestum innan onnur trúarsamfeløg loyvi at gifta.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið um yvirtøkuna skrivaði táverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard soleiðis: “Hjúnalags- og kirkjurættarliga økið bera við hvørt annað á onkrum øki. Við uppskotinum verður hjúnalagslóggávuøkið ikki yvirtikið. Tað verður framhaldandi á donskum hondum. Tó er eitt markamót, sum verður yvirtikið, nevniliga heimildin í § 15, stk. 2 í galdandi hjúnalagslóg fyri Føroyar at gera av, hvørjir ávísir prestar innan onnur trúarsamfeløg hava heimild at gifta. Danska familjustýrið hevur í skrivi 24. juli 2006 váttað, at teir eru samdir í, at soleiðis verður farið fram.”

Her stendur svart upp á hvítt, at bara §15, stk. 2 í hjúnabandslógini og einki annað fylgdi við yvirtøkuni – og niðurstøðan kann bara vera, at her er eingin onnur grein ella nakað annað stykki yvirtikið. Heldur ikki § 14, stk 2!” sigur Jógvan á Lakjuni. Hann hevur tí sett løgmanni hesar spurningarnar í einum § 52a fyrispurningi:

1) Hvussu kann løgmaður í samband við § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini fara uttan um Løgtingið og § 46 í stýrisskipanarlógini, har tað stendur, at  mál verða yvirtikin sambært løgtingslóg?

2) Kann løgmaður vátta, at hægstu embætismenn í kirkjumálum í Mentamálaráðnum eru  fullkomiliga ósamdir við løgmann um, at § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini er yvirtikið?

3) Kann løgmaður greiða frá, hví hann ikki lurtar eftir tí føroyska kirkjumálaráðnum, sum við ógvuliga góðum og sannførandi  argumentum prógvar, at hetta stykki ikki er yvirtikið?

4) Fer løgmaður ella landsstýrið at áleggja embætisfólki í kirkjumálum í Mentamálaráðnum at gera uppskot um at broyta ella strika § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini ímóti teirra sannføring?

Sambært tingskipanini skal spurningurin svarast í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn.