Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Avvísir ikki ÍF

Jákup Ósá

Bogi R. Petersen, fyrrverandi A-landsliðsleikari, sigur, at hann ikki hevur tikið nakra endaliga støðu enn, um hann spælir fótbólt í Føroyum í ár.

Norðlýsið skrivaði í gjár, at ÍF leitar eftir møguleikum at styrkja seg, har ein møguleiki hevur verið Bogi R. Petersen, sum seinastu árini hevur spælt nøkur tíðarskeiðir við ÍF og sum eisini hevur verið úttikin til A-landsliðið í 2016. Sjálvur sigur Bogi, at einki er avgjørt.

– Eg vænti, at innan eina viku so veit eg meir. Eg tosi við eitt felag í Føroyum, men havi ikki avgjørt, um eg spæli í Føroyum í ár, sigur Bogi R. Petersen við Norðlýsið.

Bogi er 23 ára gamal og er skrásettur fyri 73 dystir og 10 mál í Effodeildini.

Harleyfacadeacryl