Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF fingið meira styrk

Jákup Ósá

Leikari við A-landsliðsroyndum frá 2016 skiftir til ÍF.

ÍF boðar nú frá, at sáttmáli er gjørdur við Boga Reinert-Petersen. Bogi er 23 ára gamla miðvallarleikari, ið eisini kann røkja pláss í miðverjuni. Skiftið kemur ikki s óvæntað, tí søgur hava gingið seinastu dagarnar um, at ÍF møguliga fór at fáa hendan styrkin. 

Les eisini: 

Avvísir ikki ÍF

Fleiri broytingar á veg í ÍF

If.fo skrivar soleiðis:

Nýggjársrakettirnar eru skotnar, men tað merkir ikki, at vit ikki hava krút at skjóta í Fuglafirði.

At menn velja felagið er altíð nakað, sum vit eru takksom fyri. Tað hevur eyðkent okkum sum felag, at flest av okkara egnu velja at umboða barndómsfelagið. Í dag kemur ein av hesum so heim aftur.

Talan er um ongan minni enn Boga Reinert Petersen, sum veruliga hevur ment seg til at vera ein profilur á liðnum, hevur skrivað undir ein eitt-ára sáttmála við okkum. Sterki stríðsmaðurin á miðvøllinum hevur spælt við okkum 4 tey undanfarnu árini, hóast at okkurt kappingarár hevur verið hálvt. Hesi 4 árini hava kastað 80 dystir og 14 mál av sær, umframt at hann fekk sínar fyrstu minuttir fyri A-landsliðið í fjør.