Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

U21 hondbóltslandsliðið kann blíva søguligt í kvøld

Jákup Ósá

Føroyska U21 landsliðið í hondbólti kann fremja eitt tað størsta liðavriki í føroyskum ítrótti, um tað eydnast at spæla seg víðari til HM endaspælið. Til tað krevst eitt nøktandi úrslit móti Finnlandi. Frammanundan hevur føroyska liðið vunnið á bæði Sveis, tá avrikið var sera sannførandi, og móti Ísrael, tá tað ikki gjørdist neyðugt at vísa nakað stórspæl sum í fyrsta dystinum. Tað veldst eitt sindur um, hvat hendir í hinum dystinum, men undir øllum umstøðum má úrslitið vera betri enn eitt tap á trý mál, um Føroyar skulu spæla seg í HM endaspælið. Og tað óvanligt, at føroysk lið spæla seg til endaspæl. Dysturin verður í høllini á Hálsi sunnudagin kl. 17.00. 


HSF skrivar soleiðis á síni heimasíðu: 


Føroyska U21-landsliðið spælir sín seinasta dyst í morgin klokkan 17 ímóti Finnlandi. Dysturin kemur at avgera, hvørt av liðunum skal til HM-endaspælaið í Algeria í juli mánaði. Um Sveis vinnur móti Ísrael, kann føroyska liðið tola at tapa við tveimum málum móti Finnland og allíkavæl enda nummar 1. Vinnur Ísrael móti Sveis, so er tað nokk hjá Finnlandi at vinna við einum móti Føroyum.


Mynd: Álvur Haraldsen
Harleyfacadeacryl