ÍF hevur sett nýggjan hjálparvenjara.
ÍF kunnger nú, at søguligur KÍ persónur verur hjálparvenjari í Fuglafirði í ár.
Les eisini: Klaksvíkingur verður hjálparvenjari hjá ÍF?
Í gjár byrjaðu søgurnar at ganga og nú er tað váttað. Olgar Danielsen verður hjálparvenjari hjá Jákupi Mikkelsen í ÍF.
Heimasíðan hjá ÍF skrivar soleiðis:
Nú einans góðir 2 mánaðir eru til kappingin byrjar, er hópurin við at koma uppá pláss hjá okkum. Nýggjasti styrkurin er tó ikki inni á vøllinum, men skal finnast á síðulinjuni, har vit hava gjørt avtalu við nýggjan hjálparvenjara.
50 ára gamli klaksvíkingurin Olgar Danielsen hevur í kvøld skrivað undir ein sáttmála, ið er galdandi fyri komandi kappingarár. Olgar er best kendur sum áleyparin, sum í 80’unum og 90’unum skeyt mál fyri KÍ. Síðan hann setti gaggurnar á hillina hevur hann roynt seg sum venjara, har hann fyri tað mesta hevur starvast í EB/Streymi, og var hann høvuðsvenjari í Sundalagnum í fjør, tá liðið flutti upp úr 1. deild. Tølini siga, at hann hevur verið høvuðsvenjari í 108 dystum í 1. deild, 29. í deild, umframt tveir steypadystir, so tað er ein royndur maður vit fáa at hjálpa Jákupi.




