Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

80 av 110 frálandaskipum lúka ikki krøvini í Norðsjónum

Helgi Abrahamsen

80 av 110 útgerðarskipum ið liggja fyri teym í løtuni, lúka ikki krøvini fyri at kunna fáa nýggjar avtalur í Norðsjónum.

80 av 110 útgerðarskipum ið liggja fyri teym í løtuni, lúka ikki krøvini fyri at kunna fáa nýggjar avtalur í Norðsjónum. Tað sigur Hagland Offshore í eini frágreiðing, har skipsmeklarar vísa á, at meginparturin av skipunum annaðhvørt eru ov smá ella ov gomul, og tí kann roknast við, at tey fara at verða í langa tíð á einum marknaði, har færri uppgávur verða bodnar út.

Hagland Offshore metir, at tey 80 skipini hava kostað tilsamans 16 mia. norskar kr. at byggja. Tað skrivar Dagens Næringsliv.

18 av skipunum eru eldri enn 15 ár, 46 skip hava eitt dekk ið er minni enn 800 fermetrar, og 21 útgerðarskip eru ikki av sokallaða DP2-slagnum. Tí lúka skipini ikki krøvini í Norðsjónum, har oljufeløgini ofta leita eftir nýggjari skipum og dekkum ið eru størri enn 800 fermetrar.

Tá Statoil í síðstu viku fekk boð frá frálandsreiðaríum upp á hálvárs sáttmálar fyri útgerðarskip í Norðsjónum, var til dømis eitt krav, at skipini júst skuldu vera av DP2-slagnum og hava dekk sum var 950 fermetrar.

Sambært Marius W. Rønnevik lúka bert 20 av teimum 110 skipunum, ið liggja í løtuni, krøvini.

Kelda: antares.fo/shippingwatch.dk