Flestu kundarnir hjá peningastovnunum hava varnast, at peningastovnarnir eru farnir at krevja at síggja pass ella koyrikort, tá ið kundar t. d. stovna kontu ella annað í peningastovni. Orsøkin til hetta er, at lógin um hvítvasking av pengum krevur (sambært § 12), at peningastovnarnir skulu kenna sínar kundar og hava eftirkannað teirra samleika. Í hesum liggur, at peningastovnarnir skulu kenna navn, bústað og persónstal hjá kundunum.
Tá løgtingið fyri nøkrum árum síðani samtykti lógina um hvígvasking av pengum varð sagt, at endamálið við lógini er millum annað at gera tað torførari at fíggja yvirgang.
Hvítvaskingarlógin sigur ikki beinleiðis, hvat slag av prógvi peningastovnarnir skulu síggja hjá kundunum, men í vegleiðingini hjá Fíggjareftirlitinum til lógina verður tó mælt til, at peningastovnarnir skulu krevja pass ella koyrikort sum samleikaprógv. Onnur samleikaprógv kunnu tó eisini brúkast.




