Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lufthavið júst nú

Hanus Kjølbro

Mynd tikin úr fylgissveini klokkan 1500 føroyska tíð. Nógv áhugavert er at síggja á myndini.

Miðjan á lágtrýstinum, sum stendur fyri vindinum í dag og í morgin, er hatta grá-sprøkluta økið einar 250 fjórðingar landnyrðing-norðan úr Føroyum.

Rundan um miðjuna á einum lágtrýsti melur luftin ímóti klokkuni. Soleiðis rekur luftin norður eftir yvir Svøríki og Norra – t.e. ætt liggur um sunnan, um eystan á umleið 70 stigum norður (er ikki á myndini), um norðan ímillum Ísland og Føroyar og nakað norður í hav, meðan sunnan fyri Føroyar og allan vegin til Jyllands er ættin um vestan.

Eitt blátt øki er beint sunnan fyri Ísland. Í hesum øki er skýfrítt, tí at Ísland og tess høgu fjøll og jøklar hava tvungið luftina so nógv upp, at øll vætan er farin úr yvir landi. Tá ið luftin er farin víðari suðureftir, er hon turr – einki regn ella annað avfall, heldur ikki skýggj. Soleiðis er í hasum økinum, tá ið ættin er vesturhallur norðan. Hetta verður kallað tvungin konveksjón á fakmáli (tvungið varmarák á føroyskum). Í støðunum beint norðan fyri øll tey høgu fjøllini er veðrið als ikki so turt og gott.

Komin nakað úr landi, snarar luftin niður í útnyrðing og hevur tikið vætu upp úr havinum aftur. Eina løtu seinni er sama luft yvir Hetlandi, og tá regnar “nýggja” vætan har.

At veðrið soleiðis hevur ymiskt við sær, er ógvuliga vanligt í Føroyum. Ein keðilig ætt í einum stað er ein góð ætt í einum øðrum stað.