Nú er vindur um alt landið. Veðurstøðirnar hjá Landsverki siga frá vindferð upp í 24 m/s við vegirnar sum ikki liggja um fjøll ella skørð. Miðalvindurin er minni – einar 20 m/s.
Tað er eitt lágtrýst, sum er við vesturstrond Noregs, sum dregur alla hesa luftina til sín. Á fylgisveinamyndini sæst miðdepilin í lágtrýstinum sum tað økið, sum er eitt sindur klárt.
Sum dagurin gongur, fer lágtrýstið at snara seg eitt sindur. Tað flytir seg ikki langt, men snaringin fer at hava við sær, at tann vestasti parturin av lágtrýstinum – og tað er har mesti vindurin er – leggur seg yvir Føroyar. Hetta verður út seinnapartin ella tíðliga í kvøld. Tá veksur miðalvindferðin upp í 25 m/s. Hvirlurnar verða harðari. Ættin verður vesturhallur norðan.
Luftin er køld – liggur um frostmarkið, tá ið hon verður lyft upp um fjøllini. Tí er avfallið kavi.
Í nátt fer vindurin at minka. Tá ið fólk fara til arbeiðis í morgin, er vindferðin er øllum at døma komin niður í 15 m/s.




