Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðborg bjóðaði Tróndi í Gøtu av í innandurafótbólti

Jákup Ósá

Liggja bakk: Tað er ikki fiskiveðurog tí royna manningarnar at fáa sum frægast burturúr.

Tað er heldur ikki roynandi hjá uppisjóvarskipunum í dag. Norðborg liggur í Vági og Tróndur íGøtu á Tvøroyri fyri veður. Tá tey liggja við bryggju, so eru ymiskir møguleikarhjá manningini at taka sær meira av løttum enn um tey lógu bakk á sjónum. Í dag hevðimanningin á Norðborg gjørt av, at fara at spæla innandurafótbóltí VB høllini. Teir gjørdu ikki mætari enn at bjóða Tróndi íGøtu av. Í høllini tó bleiv avgjørt at blanda liðini í fýrapartar og manningarnar fingu nakrar fínar dystir og sluppu at røraseg, sum kanska fleiri trongdu til, helt onkur skemtiliga fyri. Tróndur í Gøtu hevði kanska tær størru fótbóltsstjørnurnar í dag, har m.a. Henning Jarnskor og Poul Arni Jacobsen í síni tíð spældu nógv á besta liðnum hjá GÍ. Aftaná eina góða kapping fóru báðar manningarnar umborð áNorðborg, har kokkurin bjóðaði kakao og bollar til manningarnar íkeðiliga veðrinum. Nú bíðamanningarnar eftir betri veðri, so at tær sleppa aftur til fiskiskap. 

Klaksvíkingurin í Vági, Finn Johannesen, tók myndina.

Harleyfacadeacryl