Lágtrýstið er farið suður um Norra, og ta mesta av megini er farin úr tí. Vindurin er nógv minkaður nú, og soleiðis fer at vera størsta partin av hesum vikuskiftinum.
Ístaðin fyri lágtrýstveður, fer ein hátrýstryggur at stinga seg norðureftir úr miðjum Norðuratlantshavi til okkara. Veðrið er vanliga gott í sambandi við ein hátrýstrygg. Ryggurin kemur til okkara úr vestri, tí fer høgættin at halda áfram, til miðjan av rygginum er farin eysturum. Tá verður lágætt aftur. Útsynningur-sunnan. Væntandi sunnudagin um middagsleitið.
Luftin, vit fáa til okkara í gjár, í dag og í morgin stavar frá leiðunum við Norðpólin. Luftin, sum kemur til okkara sunnudagin seinnapartin og frameftir stavar frá havleiðunum vestan fyri Portugal. Tað er stórur munur á slíkum luftnøgdum. Og vit fara at merkja munin.
Meira ítøkiliga, sum verður ættin í dag útnyrðingur-norðan. Vindferðin 8 til 12 m/s, veksandi í kvøld upp í 10 til 15 m/s. Kavaæl allan dag, og hitin úr frostmarkinum og nøkur stig niðureftir.
Í nátt fer vindferðin at minka, og fyrrapartin í morgin er lítil vindur úr ymsum ættum. Seinnapartin verður hann vestligur, 5 til 10 m/s; annaðkvøld sunnan ella landsynningur-sunnan 5 til 10 m/s. Allan morgindagin ælingar, men hitin fer eitt fitt vet uppeftir, so tað verður helst meiri regn enn kavi, sum tað líður út á dagin.
Sunnumorgun kemur vindur aftur úr høgum vestri ella útnyrðingi, men út á seinnapartin útsynningur ella útsynningur-sunnan. Og tað verður so ættin restina av degnum og mánadagin eisini.
Gott vikuskifti




