Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er:
– NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
– NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
– Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.
Vit sóknast eftir
Fysioterapeuti til Ergo- og fysioterapieindina, Ven og Virka.
Talan er um fast starv á starvsbrøki 1,0 frá 1. mars 2017. Starvsbrøkur og setan kunnu broytast eftir nærri avtalu.
Ábyrgdarøkið hjá tær verður at virka í einum tvørfakligum toymi, hvørs uppgáva er:
· At kanna, greina og meta um virkisførleikar og í mun til hetta at seta átøk í verk til eldri borgarar.
· At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar.
· Heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar.
· Undirvísa og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi.
Arbeiðið hjá fysioterapeutunum fer fram í venjingarhølinum – Ven og Virka, heima hjá borgarum í Norðoyggjum og á búeindunum í NBH.
Førleikakrøv og væntanir
· Útbúgvin fysioterapeutur
· Áhuga í at arbeiða innan eldraøki
· Góð samstarvs- og samskiftisevni
· Vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi
· Evni at arbeiða sjálvstøðugt
· Virkisfýsni og áhuga í at menna tænastuna
· Tolir broytingar í arbeiðsuppgávum
Vit kunnu bjóða
· Eitt jaligt, framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum í einum tvørfakligum samstarvi leggur dent á at stuðlaeldri borgarum í at megna sín gerandisdag.
· Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og vera partur av framhaldandi menning av tilboðum og tænastum.
Lønar- og setanartreytir
Verða sambært sáttmálanum hjá Fysioterapeutfelag Føroya.
Nærri kunning fæst við at venda sær til Hedevig Matras, deildarleiðara, á tlf. 793460 ella við telduposti á hedevigm@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi, týsdagin 31. januar 2017.




