Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

JONNA SIVERTSEN

Kristiliga tíðindatænastan v/ poul jóhan djurhuus

– stór jarðarferð úr Betesda

– stór jarðarferð úr Betesda

Betesda var fullsett leygardagin 14. januar kl.13.30, tá kistan við Jonnu Sivertsen varð borin út.

Longu ein tíma undan, byrjaði fólk at finna sær pláss bæði í salinum og á loftinum. Minuttirnar áðrenn spældi Jógvan við Keldu nakrar góðar tónar á orglinum. Tá klokkan var 13.30 ljóðaði forspælið til fyrsta sálmin: “Út úr teim skuggum, sum her niðri tyngja.”

ZACHARIAS ZACHARIASSEN

Síðani talaði Zacharias Zachariassen, ið hevur kent Jonnu frá tí tey vóru heilt ung. Hann hevði sum tekst uppreisnarorðini í Jóhannes 11,25-26v. Zacharias tók soleiðis til: “Nú hevur Harrin tikin ein av sínum trúføstu tænastukvinnum heim til hægri tænastu í dýrdini!”

Zacharias segði, at hann minnist væl, tá Jonna kom til bíbliuskeiðini, sum hann og aðrir høvdu ymsastaðni í Føroyum miðskeiðis í sekstiárunum, m.a. í Bethel í Vági har Jonna búði tá. Tað var á einum av hesum bíbliuskeiðunum í Vági, at Jonna tók avgerðina at fylgja kallinum at fara út sum trúboðari.

Tá var Jonna einsamøll mamma við tveimum smáum dreingjum, sum vóru ávíkavist trý og tvey ára gamlir. Jonna var gift við donskum manni, og tey fingu tveir dreingir, Svend og Dan. Maður hennara, sum sigldi við donskum farmaskipi, doyði brádliga í einum skipsbrandi í desember í 1964. Tá valdi Jonna at flyta heim til foreldrini í Vági saman við synum sínum.

Zacharias nevndi í taluni, at hann minnist so ógvuliga væl, tá Jonna, við báðum synum sínum, Dan 3 ára gamal og Svend 2 ára gamal, í januar mánaða í 1966 fór av Tvøroyri við ferðamannaskipinum Kronprins Frederik til Keypmannahavnar, fyri at fara víðari til USA á bíbliu- og venjingarskúla hjá New Tribes Mission.

Hetta var ein stór og djørv trúðaravgerð at taka hjá eini einligari mammu tá í tíðini. Men Jonna fullførdi bíbliu- og venjingarskúlan, og varð so statt til reiðar til trúboðaraverkið, sum hon kendi seg leiddan til. Zacharias segði, at við hesum trúðarstigi vísti Harrin, at “Hann er vernd einkjunnar og hjálp teirra faðirleysu, sum seta sítt álit á Hann!”

Í 1967, meðan tey eru á bíbliuskeiði í Zarepta, gerast Jonna og Hans Sivertsen trúlovaði, og árið eftir ganga tey saman í hjúnaband. “Svend og Dan fingu ein nýggjan pápa……….Á sum vit gleddust saman við teimum!” segð Zacharias.

FELAGSKALL

Hans og Jonna kendu eitt felagskall at fara til Grønlands at virka sum trúboðarar, og eftir eina minniríka farvælløtu á einum bíbliuskeiði í Zarepta 28. desember 1969, sum Brynleif Hansen, sáli skipaði fyri, fóru tey til Grønlands fyrst í januar mánaða í 1970. Til hesa farvælløtuna hevði Brynleif skrivað ein trivaligan farvælsang til Jonnu og Hans, sum Zacharias læs upp undir jarðarferðini.

Zacharias segði, at Jonna skrivaði søgu, tá hon fór út sum trúboði. Jonna var fyrsta kvinna innan brøðrasamkomuna í Føroyum, sum fór til annað land at virka sum trúboði.

JONNA OG GRØNLAND

Elin Neshamar læs nakrar vakrar heilsanir úr Grønlandi, sum boðaðu frá eini andans kvinnu, sum verður ómetaliga nógv sakna í samkomuni í Nuuk. Jarðarferðin varð stroymd beinleiðis, og samkoman var savnað í salinum Ebenezer í Nuuk til jarðarferðina.

Poul Færø var tann seinni talarin, og tað var hjartanemandi at hoyra hann endurgeva nakað av tí eftirmæli, sum børnini geva mammu síni, ikki minst tá tey leitaðu inn til hana fyri at fáa vissu um frelsuna.

Jóannes Norðberg talaði og endaði á grøvini.

Tað var ein heilt serlig løta, tá synirnir bóru kistuna út, meðan sangurin nærri mín Gud til tín, varð sungin á Grønlendskum. Hetta var landið og fólkið, sum Jonna, saman við manni og familju, ofraði sítt lív fyri. Hon fekk 47 ár í hesi tænastu, tá Harrin valdi at taka hana heim til eina hægri tænastu í dýrdini.

“HARRIN SIGNI MINNI EFTIR GRØNLANDSTRÚBOÐARAN

JONNU SIVERTSEN!”