Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steypavinnararnir móti føroyameistarunum við Djúpumýru mikukvøldið

Jákup Ósá

Fyrsti venjingardysturin hjá KÍ verður mikukvøldið í Klaksvík.

Fyrsti venjingardysturin hjá KÍ verður mikukvøldið í Klaksvík.

Tað eru tey bæði bestu liðini í føroyskum fótbólti í 2016, sum møtast í fyrsta venjingardystinum í Klaksvík í ár.

Besta liðið í fjør, Víkingur, hevur í vetur fingið tilgongd av Adeshina Lawal og Elias Rasmussen, sum var útleigaður til ÍF seinna partin av kappingini í fjør. Úr Víkingi hava teir sagt, at fyrstu tíðina verður nýggjur málverji royndur, har teir báðir ungu lokalu, Elias Rasmussen og Bárður á Reynatrøð, fáa møguleikan at taka plássið, sum Geza Turi hevur havt øll undanfarnu árini hjá Víkingi.

Hjá næstbesta liðnum í fjør eru tríggjar broytingar í hópinum. Mayowa Alli, Súni Olsen og Niels Pauli Danielsen eru ikki longur í hópinum, meðan Hørður Askham, Dion Splidt og Albert Adu eru nýggir í hópinum.

Dysturin í Klaksvík mikukvøldið millum KÍ og Víking byrjar kl. 18.30