Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

IRF flytur til Klaksvíkar

Orð og myndir: Dávur Winther

Í dag hava stýrisforkvinnan í Grunninum, Mentanarhús í Klaksvík, Signhild V. Johannesen og Poul Andrias Joensen, stjóri á IRF, skrivað undir leigusáttmála, sum inniber, at bókhaldið hjá IRF – ið annars heldur til á Hagaleiti, sunnanfyri Leirvík – flytir til Klaksvíkar.

Bókhaldið hjá IRF flytir inn í hølini, sum Heilsutrygd hevur verið í á Posthúsinum í Klaksvík. Hetta er orsakað av, at skrivstovuhøli teirra á Hagaleiti skulu umbyggjast og umvælast, samstundis sum ovnurin skal hava ábøtur. Hetta kemur at taka eitt sindur av tíð, og varð tí hildið skilabetri at flyta úr bygninginum.

Heilsutrygd flutti út í ovastu hædd á BankNordik-bygninginum á Klaksvíksvegi, og nú flytir so bókhaldið hjá IRF inn í sunnara part av Posthúsinum. Nøkur starvsfólk vera í miðhæddini, og restin uppi á loftshæddini.

Eini átta starvsfólk hjá IRF flyta inn á Posthúsið – og gleða tey seg til nýggju tilveruna mitt í býnum í Klaksvík, við adressu “Nummar Eitt” í býnum, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri á IRF.

Leigumálið tekur við 1. februar 2017, og verður vónað, at IRF kemur at kenna seg væl og heima í Klaksvík, leggur Signhild V. Johannesen afturat, forkvinna í Grunninum, Mentanarhús í Klaksvík – (Posthúsið).

Harleyfacadeacryl