Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tingmenn verða illa kunnaðir um tagnarskylduna

Helgi Abrahamsen

Tá vit spyrja forkvinnuna í uttanlandsnevndini, hvussu limirnir í nevndini verða kunnaðir um, at teir hava tagnarskyldu, svarar hon, at tað heldur hon ikki, at nøkur ávís mannagongd er fyri.

“Vit hava viðgjørt hatta málið og tað er eingin í uttanlandsnevndini sum ivast í, at vit hava tagnarskyldu.” Tað sigur Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna, sum er forkvinna í uttanlandsnevndini. Men hóast hetta, so tykist tað sum at kunningin, sum tinglimir fáa um tagnarskylduna er tilvildarlig.

Málið um tagnarskyldu hevur verið nógv viðgjørt í miðlunum síðani Norðlýsið, týsdagin, skrivaði á heimasíðuni, at landsstýrismaðurin í fiskimálum ætlaði at geva íslendingum størri part av hækkandi uppisjóvarkvotunum hjá Føroyum, afturfyri at Føroyingar fingu meira av botnfiski í Íslandi.

Áðrenn samráðingarnar við Ísland, ráðførdi landsstýrismaðurin seg við uttanlandsnevndina, og slíkar ráðførslur eru í trúnaði, og tí eigur ein miðil ikki at kunna endurgeva frá fundinum.

Men tá vit spyrja forkvinnuna í uttanlandsnevndini, hvussu limirnir í nevndini verða kunnaðir um, at teir hava tagnarskyldu, svarar hon, at tað heldur hon ikki, at nøkur ávís mannagongd er fyri. Tað sama siga aðrir limir í uttanlandsnevndini, sum Norðlýsið hevur tosað við. Teir siga, at teir hava ikki fingið nakra formliga fráboðan um, at teir hava tagnarskyldu, men hóast hetta, so eru teir als ikki í iva um, at teir hava tagnarskyldu.

Varamenn fáa onga kunning

Eitt er hvat teir føstu limirnir í uttanlandsnevndini vita, men tað kemur eisini fyri, at varafólk møta í nevndini, tá onkur av føstu limunum hevur forfall, og teir fáa onga kunning um tagnarskylduna.

Eg má  siga fyri meg, at tað var av reinari tilvild, at eg sum nýggjur tinglimur og varamaður í uttanlandsnevndini hoyrdi um tagnarskylduna,” sigur Djóni Nolsøe Joensen, løgtinsmaður, sum onkuntíð hevur møtt á nevndarfundi fyri Heðin Mortensen.

“Eg haldi avgjørt at tað hevði verið uppá sítt pláss við meira kunning,” sigur hann.

Eisini Bárður Kass Nielsen, løgtingsmaður, sum er varamaður hjá Kára P. Højgaard í uttanlandsnevndini, sigur, at kunningin sum hann fekk um tagnarskylduna, var tilvildarlig.

– “Men eg visti at eg hevði tagnarskyldu,” sigur hann.

Løgtingsskrivstovan heldur seg hava kunnað tinglimirnar

Jonhard Klettheyggj, stjóri á løgtingsskrivstovuni ásannar, at kunningin kundi verið betri.

“Vit høvdu ein skeiðsdag fyri tingmonnum aftaná valið seinast, har vit greiddu teimum frá, hvussu tingarbeiðið virkar, og so vítt eg minnist, høvdu vit eisini nakað um tagnarskylduna tá,” sigur hann.

Jonhard Klettheyggj sigur, at trúnaðarmál eru sum so ikki nakað sum bara viðkemur uttanlandsnevndini.

“Tey kunnu koma fyri í øllum løgtingsnevndunum, men tað serliga við uttanlandsnevndini er, at hon viðger rættiliga ofta mál sum hava áhuga fyri samskiftið millum Føroyar og umheimin,” sigur hann.

Stýrisskipanarlógin siga einki um tagnarskyldu, men arbeiðið í  løgtingsnevndunum er fevnd at grein 152 í  revsilógini, har tað stendur, at øll sum virka í almennari tænastu ella starvi – eisini politikarar – eru fevnd av  tagnarskyldu, sigur Jonhard Klettheyggj.

Páll  á  Reynatúgvu, løgtingsformaður, segði við Kringvarpið mikudagin, at trúnaðarupplýsingar eru týðandi, og at tað kann fáa avleiðingar, um slíkir upplýsingar leka út til almenningin.

Tí  kann tað undra, at kunningin sum løgtingsfólkini fáa um tagnarskylduna tykist vera so tilvildarlig.