Í dag fær USA ein nýggjan forseta, og í tí sambandi verður nógv gjørt burturúr. Nógvir møguleikar eru at fylgja við hátíðarhaldinum, sum byrjar klokkan 13:30 okkara tíð.
Í dag fær USA ein nýggjan forseta, og í tí sambandi verður nógv gjørt burturúr. Nógvir møguleikar eru at fylgja við hátíðarhaldinum, sum byrjar klokkan 13:30 okkara tíð.
Hetta er skráin (klokkutíðirnar eru allar føroysk tíð):
13:30: Morgungudstænasta í St. Johns Church.
Tað hevur verið siðvenja at byrja dagin her, líka síðani Franklin D. Roosevelt gjørdi tað í 1933.
14:30: Fundur í Hvítu Húsunum.
Aftaná gudstænastuna gongur komandi forsetin ta stuttu leiðina í Hvítu Húsini, har hann hevur ein stuttan fund við fráfarandi forsetan.
Eftir fundin: Fráfarandi og komandi forsetin ferðast saman til kongressbygningin Capitol, har sjálv innsetanin fer fram.
16:30: Innsetanin:
Komandi varaforsetin, Mike Pence, svørjir eiðin á pallinum á vestursíðuni av Kongressbygninginum. Síðani svør komandi forsetin, Donald Trump eiðin. Tað er klokkan 12 lokala tíð (klokkan 17 føroyska tíð).
17:00: Setanarrøðan:
Tá Donald Trump hevur svorið eiðin, skal hann halda setanarrøðuna. Hetta hevur verið siður líka síðani fyrsti forsetin varð innsettur í 1789. Men longdin á røðunum hevur verið ymisk. Tann longsta var 8.445 orð og tann stytsta var bara 135 orð.
Aftaná setanarrøðuna: Fráfarandi forsetin sigur farvæl:
Síðani 1977 eru fráfarandi forsetin og forsetafrúan farin frá Capitol í tyrlu (um veðrið loyvdi tí).
Tíðliga um kvøldið: Nýggi forsetin fær eina máltíð í Grand Statuary Hall í Kongressini.
Um kvøldið: Innsetanarskrúðgonga:
Ferðast verður til Hvítu Húsini. Umleið 8.000 persónar eru við í gonguni og forsetahjúnini ganga/koyr á odda.
11:00: Innsetanarveitslur:
Dagurin endar við trimum stórum veitslum, sum verða á tveimum hæddum í Walter E. Washington Convertion Center og National Building Museum.
Roknað verður við at Donald Trump fer at halda røðu og dansa á øllum trimum veitslunum.




