75 ára gamli Ingi Jacobsen úr Svínoy var væl upplagdur sum altíð, tá hann í kvøld mynstraði við Gadus.
75 ára gamli Ingi Jacobsen úr Svínoy var væl upplagdur sum altíð, tá hann í kvøld mynstraði við Gadus.
Gadus fór nýggjan túr í góðveðrinum í kvøld. Millum manningina hendan komandi túrin var – okkum vitandi – elsti maður í Barentshavinum, Ingi Jacobsen, sum sat væl upplagdur í messuni og prátaði um leyst og fast, áðrenn teir fóru avstað, sum myndirnar vísa. Hann var við gott mót, tí tað ljóðaði frá brúkiligum fiskiskapi har eysturi. Ingi hevur siglt í nógv ár í Barentshavinum, so tað er ikki nýtt fyri hann sum 75 ára gamal at fara nýggjan túr. Hóast høgan aldur, so fær hann bestu skoðsmál millum skipsfelagarnar umborð, har tað – serliga í rokfiskiskapi – kann vera strævið, um ein ikki er væl fyri.
Seinastu árini er tað okkum vitandi ikki vanligt í Føroyum, at 75 ára gamlir sjómenn mynstra við langfarti sum dekkarar á hávetri.




