Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Russiskt skipafylgi situr fast í Landnyrðingsleiðini

Helgi Abrahamsen

Eitt skipafylgi, ið telur tveir russiakar ísbrótarar – Kapitan Dranitsyn og Admiral Makarov – og tvey farmaskip – Johann Mahmastasidder og Sinegorsk – situr fast í ísinum í Landnyrðingsleiðini.

Eitt skipafylgi, ið telur tveir russiakar ísbrótarar – Kapitan Dranitsyn og Admiral Makarov – og tvey farmaskip – Johann Mahmastasidder og Sinegorsk – situr fast í ísinum í Landnyrðingsleiðini ella Eystursibiriska Havinum út fyri Chukotka hálvoynna.

”Sambært skiparanum á ísbrótaranum Kapitan Dranitsyn, er støðan ikki álvarsom. Manningarnar hava tað gott, og nóg mikið av provianti er umborð á skipunum, sum nú bíða eftir at frætta nærri um ísviðurskiftini”, stendur í eini fráboðan frá russisku myndugleikunum.

Ísurin í farvatninum er ein metur tjúkkur, summastaðni 2,5 metrar.

Tey bæði farmaskipini hava verið við tilfari til eina havn, ið skal vera miðstøð hjá fyrsta flótandi russiska kjarnorkuverkinum, sum verður tikið í brúk næsta ár.

Kelda: antares.fo/arctic.ru