Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

IRF: Endurnýta meira og brenna minni

Helgi Abrahamsen

Hugsanin við nýggja samleikanum byggir á náttúrunnar ringrás, har einki fer burtur.

Interkommunali Renovatiónsfelagsskapurin IRF hevur fingið nýtt búmerki.

”Hugsanin við nýggja samleikanum byggir á náttúrunnar ringrás, har einki fer burtur, men verður endurnýtt í nýggjum samanhangi,” sigur Aslaug Gisladóttir, umhvørvisleiðari í IRF.

IRF ynskir við hesum at ganga á odda og hevur gjørt seg út til at skilja burturkastið í umleið 25 ymisk sløg, har burturkastið í mest møguligan mun verður endurnýtt.

Nýtt búmerki og nýggja heimasíðu

Gamla búmerkið hjá IRF er skift út við eina sólju í ymiskum litum, sum umboðar náttúruna og náttúrunnar ringrás, og eisini hevur IRF fingið nýggja og snotiliga heimasíðu, har millum annað verður greitt frá um endurnýtslu.

Aslaug Gisladóttir vísir á, at 75 prosent av øllum tilfari, verður bara nýtt einaferð, men møguleiki er at endurnýta nógv av tilfarinum upp til fleiri ferðir. Pappír til dømis kann endurnýtast 7-10 ferðir.

Vilja ganga á odda

Heldur enn at brenna virðismikið tilfeingi, sum kundi verið endurnýtt, ynskir IRF at ganga á odda í arbeiðinum fram móti einum nýggjum og grønum ”ringbúskapi”, har minni verður brent og meiri verður endurnýtt.

”Fortreytin er, at vit borgarar í Føroyum gerast betri til at skilja til endurnýtslu. IRF hevur longu góðar skipanir til endurnýtslu – tær skulu bara nýtast meira,” sigur Aslaug Gisladóttir.

Samstarv við kommunurnar

Tað eru tær einstøku kommunurnar, sum eiga og reka bingjuplássini, og tí vil IRF samstarva við kommunurnar um at geva borgarunum møguleika at skilja burturkastið so væl sum møguligt. Hetta kann gerast við at innrætta ruskplássini til endurnýtslupláss.

Meira kann lesast á nýggju heimasíðuni hjá IRF við vegleiðing um skiljing, endurnýtslu v.m. til privat, vinnu/stovnar og kommunur.