Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politiska skipanin eigur at avgreiða málið um stuðul til føroysku miðlarnar

John William Joensen

Eigur politiska skipanin at stuðla, føroyskari framleiðslu, føroyskum politiskum flokkum, føroyskari mentan, føroyskum ítrótti, føroyskari list, føroyskari bókaútgávu o.so.fr.. Svarið er sjálvsagt! Tíðin er nú búgvin til at politiska skipanin eisini stuðlar føroyskum fjølmiðlum.

Eigur politiska skipanin at stuðla, føroyskari framleiðslu, føroyskum politiskum flokkum, føroyskari mentan, føroyskum ítrótti, føroyskari list, føroyskari bókaútgávu o.so.fr.. Svarið er sjálvsagt! Tíðin er nú búgvin til at politiska skipanin eisini stuðlar føroyskum fjølmiðlum.

Skiftandi samgongur hava verið jaligar at stuðla føroysku fjølmiðlunum, men enn er ikki semja um leistin. Ivasamt er um uppskotið, ið liggur í løgtinginum fer at geva nakað til okkum, sum liggja uttan fyri høvuðsstaðin. Men politiska skipanin eigur at viðurkenna, at tað hevur týdning fyri føroyska samfelagið, at hava fjølmiðlar og tí eigur politiska skipanin at fáa lóggávu samtykta í løgtinginum.

Tað gevur onga meining at halda fram við at tosað um hvussu lóggávan skal síggja út og ikki. Vísur hon seg ikki at verða nøktandi, so kann tingið altíð broyta hana ella útbyggja lóggávuna. Neyðugt er at byrjað onkunstaðni. Peningur er longu avsettur á fíggjarlógini, so eftir er bert hjá politisku skipanini at trýsta á grøna knøttin.

Tað kann ikki verða rætt at lóggávan verður steðga, hvørja ferð onkur løgtingslimur tekur sær tikni av tí, sum onkur fjølmiðil skrivar ella sigur.

Er misnøgd við miðlarnar, so eigur politiska skipanin at verða so at sær komin, at hon torir at hyggja eftir lóggávuni sum regulerar miðlar. Eitt nú um skipanin við fjølmiðlakærunevnd virkar nøktandi. Er tað rætt at føroysk miðlafólk, sum kenna sera væl hvønn annan, hava eftirlit við hvørjum øðrum? Í øllum føri kunnu vit staðfesta, at tað er sera sjáldan, at føroyskir miðlar tapa, tá teir verða kærdir av persónum ella felagsskapum, sum standa uttanfyri miðlaheimin.

Tað kann ikki verða rætt, at hesi tingini verða blandaði saman. Almenni stuðulin frá løgtinginum far neyvan stóra ávirkan á raksturin av ymisku miðlunum, men fráveran av almennari viðurkenning av privatu føroysku fjølmiðlunum er merkisverd.

Í løtuni stuðlar løgtingið einans KVF og orðaskiftið í tinginum vísti, at stór misnøgd er í politisku skipanini við bygnaðin og tíðindaflutningin hjá hesum almenna stovninum. Fleiri tinglimir undirstrikaðu týdningin av at hava fleiri óheftar redaktiónir. Tí er tað ein stór andsøgn at politiska skipanin ikki fyri langari tíð síðan er vorðin samd um at veita øðrum føroyskum miðlahúsum/redaktiónum stuðul.