Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup Suni Lauritsen: SEV er nógv bíligari

Helgi Abrahamsen

Vit hava spurt Jákup Suna Lauritsen, hvat hann byggir henda pástandin á.

Nevndarformaðurin í SEV, Jákup Suni Lauritsen, segði við Útvarpið í gjárkvøldið, at eingin kann kappast við SEV um at útvega bíliga el-orku í Føroyum.

”SEV er nógv bíligari at framleiða vindorku enn nakar annar í Føroyum,” segði hann.

Vit hava spurt Jákup Suna Lauritsen, hvat hann byggir henda pástandin á.

Hava vunnið útbjóðingarnar

”Framleiðslan av vindorku hevur verið boðin út og vit hava vunnið kappingina hvørja ferð við munandi lægri prísi enn kappingarneytarnir,” sigur Jákup Suni.

Í Neshaga vann SEV kappingina við 41 oyrum/kwh, meðan kappingarneytarnir vóru 5-6 oyru dýrari, og í Húsahaganum bjóðaði SEV saman við Magn 31,6 oyru/kwh, meðan kappingarneytarnir bjóðaðu 37,5 oyru/kwh.

Spurdur um prísmunurin er orsaka av at SEV er ein sokallað non-profit fyritøka, ið ikki skal hava vinning, sigur Jákup Suni, at tað er ikki orsøkin.

”Líkamikið um vit eru non-profit ella ikki, so skulu vit innrokna tann sama vinningin í tilboðið, so kappingin er á jøvnum føti,” sigur hann. ”Men vit hava dugnalig starvsfólk, sum arbeiða við tí hvønn einasta dag. Tað má vera ein fyrimunur,” sigur hann.

Jákup Suni Lauritsen heldur kortini at tað er sunt við kapping.

”Tað er gott at vera andaður í nakkan alla tíðina, men spurningurin er, hvussu leingi kappingarneytarnir tíma at kappast, tá teir tapa útboðið hvørja ferð,” sigur hann.