Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lóggilding frá HFS forðar fyri at SMS kann sejla livandi hummarar

John William Joensen

Orsøkin er, at tá lóggildingin var givin, var vanligt at innflyta livandi hummarar . Mett var, at tað kundi verða vandi fyri at útlendskir hummarar sloppu livandi út í føroysku náttúruna og tí vildi man við hesum verja føroyska hummarastovnin, sigur Birna Mørkøre frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Orsøkin er, at tá lóggildingin var givin, var vanligt at innflyta livandi hummarar . Mett var, at tað kundi verða vandi fyri at útlendskir hummarar sloppu livandi út í føroysku náttúruna og tí vildi man við hesum verja føroyska hummarastovnin, sigur Birna Mørkøre frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Peter Østergaard, sum fyri nøkrum árum síðani virkaði sum djóralækni á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, meldaði á sinni blaðmenn og politikarar til løgregluna fyri at hava eti livandi hummarar. Hann tapti rættarmálið í Føroyarætti, tí niðurstøðan hjá rættinum var at hummarar eru skriðdjór og at skriðdjór eru ikki umfatað av djóraverndarlógini.

Tá Norðlýsið ringdi til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna í morgun, var fyrst sagt at tað var Peter Østergaard, sum hevði gjørt vart við, at tað ikki varð loyvi at selja livandi hummarar, men hetta avsannar Birna Mørkøre, sum er djóralækni á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Hon vísir til at Peter Østergaard ikki longur starvast á Starvsstovuni.

Birna Mørkøre, djóralækni á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sigur at í løggildingini hjá slaktaranum í Miklagarði, sum varð endurnýggja í 2012, staðfestir at loyvt er ikki at selja livandi hummarar. Orsøkin er, at tá lóggildingin varð givin, var vanligt at innflyta livandi hummarar. Mett var, at tað kundi verða vandi fyri at útlendskir hummarar sloppu livandi út í føroysku náttúruna og tí vildi man verja føroyska hummarastovnin.

Annars vísir Birna Mørkøre á at landsstýrið arbeiðir við einari nýggjar djóraverdarlóg, sum eisini kemur at umfata hummarar og tá verður tað ikki longur lógligt at selja livandi hummarar.

Djóralæknin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni heldur ikki at vandi er fyri heilsuni hjá fólki, um tey kóka deyðan hummara. Bert hetta verður gjørt innan rímuliga tíð, sigur hon.

LES MEIRA HER