NSÍ, B36 og Skála hava truplastu byrjanina á pappírinum.
Fyrr í januar bleiv skráin fyri Effodeildina 2017 almannakunngjørd. Áhugavert er at hyggja eftir, hvør spælir nær. Hvør spælir í fyrsta umfari, hvørji lið spæla á Norðoyastevnu, ólavsøku, Summarfestivali og í seinasta umfari? Hvørji lið hava trupla byrjan, meðan hvørji kunnu á pappírinum kanska fáa eina lætta byrjan við nógv stigum vegna góða skrá? Hesar spurningar seta kanska fleiri sær. Niðanfyri eru nakrar av niðurstøðunum um skránna fyri Effodeildina 2017.
KÍ hevur øll toppliðini seinastu umførini
Undan kappingarárinum er trupult at meta um, hvørji lið koma at liggja hvar. Tey flestu eru tó samd um, at topp 5 liðini frá 2016 og 2015 eisini vera í topp 5 í 2017. Um so er, so hevur KÍ øll tey sterkastu mótstøðuliðini í fimm teimum seinastu umførunum, tá eisini ein trupul útidystur í Suðuroynni er á skránni.
23. umfar: Víkingur-KÍ
24. umfar: KÍ-HB
25. umfar: TB/FCS/Royn-KÍ
26. umfar: B36-KÍ
27. umfar: KÍ-NSÍ
ÍF og Suðuroyarliðið kunnu fáa góða byrjan
Tað er kanska skeivt at tosa um lætta byrjan hjá nøkrum, tí sjáldan er nakar dystur lættur og serliga ikki fyrstu umførini, tá tey óvæntaðu úrslitini ofta koma. Men fyri ÍF og Suðuroyarliðið er talan um skrá, har tey bara møta einum topp 5 liði fyrstu fimm umførini. Tí er kanska størri møguleiki fyri einari góðari byrjan hjá teimum enn um tey høvdu eina aðra skrá, har mótstøðuliðini vóru sterkari.
Skála, NSÍ og B36 trupla byrjan
Í fjør møtti Skála øllum topp 5 liðunum fyrstu fimm umførini og tað gjørdi sítt til, at liðið fekk eina trupla byrjan, har óvæntaði heimasigurin á B36 í 2. umfari tó hjálpti væl. Í ár fær Skála líknandi byrjan:
1. umfar: KÍ-Skála
2. umfar: Skála-HB
3. umfar: Víkingur-Skála
NSÍ fær á pappírinum ein lættari dyst í fyrsta umfarinum, tá uppflytararnir úr EB/Streymi vitja, men síðani koma fýra dystir á rað móti argastu kappingarneytunum seinastu árini:
2. umfar: NSÍ-Víkingur
3. umfar: B36-NSÍ
4. umfar: KÍ-NSÍ
5. umfar: NSÍ-HB
Hjá B36 eru fýra truplir dystir tey fyrstu fýra umførini:
1. umfar: Víkingur-B36
2. umfar: B36-KÍ
3. umfar: B36-NSÍ
4. umfar: HB-B36
B36 bara eitt topplið tvær ferðir úti
B36 hevur í ár tveir útidystir móti HB. Tað merkir, at teir bara hava eitt topp 5 lið, sum teir tvær ferðir skulu spæla á fremmandum vølli ímóti. Tað er móti Víkingi, at B36 hevur tveir útidystir. Bæði KÍ og NSÍ skulu tvær ferðir í Gundadal at vitja B36.
Byrja 12. mars
Effodeildin fer í gongd 12. mars, tá dystirnir vera hesir:
NSÍ-EB/Streymur
Víkingur-B36
HB-07Vestur
TB/FCS/Royn-ÍF
KÍ-Skála




