Innan stutta tíð fær nýggja Suðuroyarliðið styrk.
Innan stutta tíð fær nýggja Suðuroyarliðið styrk.
Norðlýsið skilir frá keldum úr Suðuroynni, at innan stutta tíð fer TB/FC Suðuroy/Royn at kunngera fleiri nýggjar útlendskar leikarar. Og talan verður um norska innrás, tí tað liggur í kortunum, at tríggir nýggir leikarar frá Noregi koma at spæla við felagsliðnum í ár. Nýggi venjarin, Maurice Roos, hevur seinastu árini verið venjari í Noregi hjá liðum úr lægru deildunum, so tað er upplagt, at talan er um leikarar, ið hann hevur kunnleika til harfrá.
Frammanundan hevur felagsliðið havt stóra frágongd av teimum, sum í fjør spældu við TB og FC Suðuroy, meðan Jón Krosslá Poulsen er einasti nýggi leikarin higartil.




