Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Myndir ein illveðursdag

Oliver Joensen

Í gjár, leygardagin 4. februar, var ein dagur við nógvum vindi lágt og hartil sera nógv regn. Vit valdu at koyra ein túr úr Klaksvík, til Streymin, norður til Eiðis, um Eiðisskarð til Skálabotn og aftur til Klaksvíkar.

Í gjár, leygardagin 4. februar, var ein dagur við nógvum vindi lágt og hartil sera nógv regn. Vit valdu at koyra ein túr úr Klaksvík, til Streymin, norður til Eiðis, um Eiðisskarð til Skálabotn og aftur til Klaksvíkar.

Sjálvandi hevði eg myndatólið við, tí tú fært altíð onkra viðkomandi mynd, um tú liggur framvið. Tað sama um summar ella vetur er.

Á Eiði fekk eg nakrar myndir av nýggja fótbóltsvøllinum, ið helst fer at vera nógv nýttur av EB-Streymi. Á veg til Eiðisskarð var ótrúliga vakurt at síggja litspælið í fløtum og fjøllum í vetrarbúna. rønt, reytt, vátt og myrkt, hvørt um annað.

Kundi tó ikki lata vera við at hugsa aftur í tíðina, tá eg sá oman yvir Funning. At hugsa sær til, at tað má hava verið ein avbjóðing at hava búleikast her í gomlum døgum. Veturin vit hav havt síðani á jólum hevur ikki verið eggjandi til útróðurs við fýramannafari ella áttamannafari. Átti tú ikki jørð, so mundi vera lítið at lívbjarga sær við um ikki var flótandi hesa tíðina. Hinvegin, so gav jørðin heldur ikki nógv annað hesa tíðina enn tað, sum var í goymslunum. Á seiðabergi og helst við reyðfiskalínu fram við landi. Tó, her í Funningi er fiskiríkur fjørður beint fyri bygdini, so illa skuldi helst bera á, um ikki var klúgvandi onkran dagin. Men flytir tú tankarnar til Kirkjar á Fugloynni, so man hetta helst hava verið ring tíð á árinum.

Úr Funningi hevur verið sera langt til næstu bygd, sjálvt tað at rógva inn á Funningsbotn hevur verið ein drúgv leið og til Eiðis hevur verið tungt at gingið, serstakliga um eitthvørt skuldi havast í viðføri. Helst skuldi okkurt havast á baki ella í hondini tá ein fór frá ella til bygdina.

Í dag er Funningur sera atkomiligur, vegakervið til og frá bygdini er sera framkomið. Í so máta hava vit tað sera gott í dag. Spurningurin er so, eru vit meira nøgd enn tey vóru, skulu vit siga, fyri 100 árum síðani. – Bert hugarensl uppi yvir Funningi ein illveðursdag.

Harleyfacadeacryl