Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fjallafípan enn betri umstøður við útbygging ið gevur 40 pláss aftrat

Nordlysid

– Vit gleðast um, at barnatalið í kommununi veksur, samstundis sum vit í Klaksvíkar býráð vilja bjóða øllum børnum góð dagstovnatilboð. Tí verður væl umtókti útibarnagarðurin Fjallafípan, sum liggur í sera góðum nátturuumhvørvi, nú víðkaður við skálum av høgari góðsku, sigur Beinta Klakstein, forkvinna í trivnaðarnevndini børn & ung.

– Vitgleðast um, at barnatalið í kommununi veksur, samstundis sum vit í Klaksvíkarbýráð vilja bjóða øllum børnum góð dagstovnatilboð. Tí verður væl umtóktiútibarnagarðurin Fjallafípan, sum liggur í sera góðum nátturuumhvørvi, núvíðkaður við skálum av høgari góðsku, sigur Beinta Klakstein, forkvinna ítrivnaðarnevndini børn & ung.

 

Beinta Klakstein, sum á nýggjárinum tók við sum forkvinna ítrivnaðarnevndini børn & ung, var mánadagin á staðnum við Fjallafípuna, harkommunan í løtuni ger lendið klárt til eina útbygging av útibarnagarðinumFjallafípan.

– Fyri okkum í býráðsmeirilutanum hevur tað stóran týdning atbjóða øllum børnum her í kommununi eitt gott dagstovnatilboð, og tí er hendanskjóta útbyggingin av Fjallafípuni neyðug at gera nú beinanvegin, so honætlandi letur upp fyrst í mars mánað, sigur Beinta.

 

Leggja dentá góðan kvalitet

– Fjallafípan liggur í einum framúr góðum náttúruumhvørvi,sum gevur stovninum bestu umstøður at virka sum útibarnagarður, har børn ogstarvsfólk eru nógv uttandura. Hetta sæst eisini aftur í teimumnøgdsemiskanningum, sum higartil eru gjørdar, har foreldur hava givið stovninumgóð skoðsmál.

– Hetta var tann skjótast møguliga útbyggingin, sum kundigerast, men samstundis verður stórur dentur lagdur á høgan kvalitet, gottuttanumøki, góðar fasilitetir og eisini at atkoman verður góð. Til dømis verðafleiri parkerinspláss innrættaði niðan fyri Fjallafípuna.

 

Niels JuelArge fyribils leiðari

Við hesari útbyggingini verður Fjallafípan ein sjálvstøðugurdagstovnur, og við góðkenning frá Føroya Pedagogfelag er Niels Juel Arge settursum fyribils leiðari til í summar, tá ið starvið verður lýst leyst at søkja.

Niels Juel fegnast um hesa víðkanina og sær fram til teirnýggju møguleikarnar, sum hon gevur:

– Við hesum fáa vit einspildurnýggja eind sunnanfyri knýtta aftur at Fjallafípuni, sum verður bundinsaman við verandi bygningar, samstundis sum tjaldingarplássið norðanfyri verðurflutt til annað stað í kommununi. Hetta fer at geva okkum nýggja møguleikar,sum vit heilt víst fara at gagnnýta til gleði og trivnað fyri bæði børn ogstarvsfólk, sigur Niels Juel.