Frits Johannesen úr Fuglafirði greiðir á Torradøgunum frá um sjólívið hjá pápa sínum, Theodor Johannesen. Theodor var millum annað í Suðuríshavinum við hvalakókaranum Franternitas.
Theodor Johannesen úr Fuglafirði, sum livdi frá 1908 til 1986, var sjómaður alt sítt vaksna lív, og hann legðist uppi sum 72 ára gamal.
Theodor sigldi undir øllum krígnum, millum annað við trolaranum Norðbúgvanum, og hann var í uttanlandssigling frá 1928 til 1931. Hesi árini sigldi hann við trimum ymiskum førum, og endaði í Suðuríshavinum við hvalakókaranum Franternitas. Theodor sigldi sum oftast sum stýrimaður.
”Hansara sjólív var mangan stríggið. Til dømis var hann við Hjørdis, tá ið hon fórst undir Grønlandi í juni 1954 og við íslendska trolaranum Jón Baldvinssyni, sum sigldi á land undir Reykjanesi síðst í mars mánaði 1955, so tað var ikki eitt ár millum hesar hendingar,” sigur Frits Johannesen, sonur Theodor.
Frits fer í dag klokkan 15 at greiða frá um sjólívið hjá Theodori. Tiltakið verður í Smæruni.




