Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Støðumeting av topp 5 liðunum: NSÍ

Jákup Ósá

NSÍ hópurin hevur í øllum førum størri breidd enn síðsta kappingarár.

NSÍ hópurin hevur í øllum førum størri breidd enn síðsta kappingarár.

Hesa vikuna fara vit á Norðlýsinum hvønn dag at taka eitt av topp 5 liðunum – Víkingur, KÍ, NSÍ, B36 og HB – og gera eina støðumeting av, hvussu støðan er, og hvørji útlitini eru fyri kappingarárinum. Hesaferð er tað NSÍ.

Broytingar í hópinum í vetur:

Tilgongd: Jan Ó. Ellingsgaard, Karl Løkin, Bárður J. Hansen

Frágongd: Nikolaj Kølert, Jákup Andrias Gaardbo, Andras Frederiksberg

Um NSÍ í løtuni

NSÍ er blivið eitt støðugt lið, sum øll tey seinastu fýra árini hevur megnað at spælt seg út í Europa við eini topp 4 endastøðu. Fótbólturin tykist blóma í felagnum, og nógv fólk er at taka av. Undir venjingardystunum hava vit eisini sæð, at NSÍ fyrstu tíðina heldur nógvum leikarum til og okkurt vikuskiftið hava eini 27 leikarar verið í dysti. Felagið manglar tó at vinna okkurt, tí síðani føroyameistaraheitið fyri 10 árum síðani hevur NSÍ onga kapping vunnið. Tað hevur verið nær við fleiri ferðir og hópurin í ár stendur neyvan aftanfyri teir hópar hjá NSÍ, sum seinastu árini hava verið nær við at vunnið antin landskapping ella steypakapping. Ein annar spurningur er so, um vit hava sæð síðsta styrkin til NSÍ áðrenn kappingina? Tað hevur ikki verið avvíst og á pappírinum kundi NSÍ havt brúk fyri einum styrki afturat í verjupartinum.

Styrkin

NSÍ byrjar kappingarárið við 27 stigum. Nei, soleiðis kann ein kanska ikki seta tað upp, men útfrá seinastu trimum kappingarárunum, so hevur NSÍ á hvørjum ári megnað at fingið fulla úrtøku móti trimum teimum niðastu liðunum, ið gevur 27 stig og tá skuldi bara áleið 20 stig til í hinum 18 dystunum fyri at tryggja sær Europa League luttøku. Tað megna hini liðini vanliga ikki og tí er hetta ein stór styrki hjá NSÍ. Tað plagar eisini at ganga væl móti hinum liðunum í niðaru hálvu av stigatalvuni, men í fjør var eitt undantak, tá NSÍ tvær ferðir tapti við Stórá móti TB. NSÍ hevur breiðan hóp og tolir tí helst skaðar og leikbann. Í vetur er hópurin styrktur, tí tríggir leikarar eru komnir til, meðan bara ein er farin av teimum, sum spældu nógv í fjør. Álopsspælið hevur seinastu árini verið styrkin hjá NSÍ. Felagið hevur mest støðuga leikaran til at leggja upp til mál, Árna Frederiksberg, og mest støðuga málskjúttan í Klæmint A. Olsen. Báðir liggja hvørt ár um 20-30 mál/upplegg. Teir eru eisini altíð tøkir, tí seinastu 5 árini hava báðir spælt antin 26 ella allar 27 landskappingardystirnar við undantaki av 2015, tá Árni misti 6 dystir. Hjá NSÍ er tað helst eisini ein styrki, at venjarin, Anders Gerber, nú kennir liðið og føroyskan fótbólt.

Útlit

Hjá NSÍ gekk betri móti toppliðunum í fjør og vann liðið minst ein dyst móti øllum hinum toppliðunum. Men ikki nóg gott. Stóri spurningurin, sum hongur yvir NSÍ liðnum er framvegis, um verjuparturin er nóg sterkur. Jan Ó. Ellingsgaard, Bárður J. Hansen og Karl Løkin eru antin verjuleikarar ella verjukendir miðvallaleikarar og kunnu gera verjupartin betri, men inni í miðverjuni er t.d. eingin nýggjur leikari komin. Álopspartin setur eingin spurnartekin við, og tá NSÍ er so sannførandi móti botnliðunum, so er sera upplagt, at NSÍ í øllum førum tryggjar sær Europa League luttøku. Og tað verður neyvan heldur soleiðis, at fólk detta á reyvina av sjokk, um NSÍ vinnur FM á 60 ára stovningardegnum eins og á 50 ára stovningardegnum. Tað hevur bara mangla tað síðsta í og tað kann koma í ár.

Venjingardystir hjá NSÍ higartil:

NSÍ-KÍ 1-2

NSÍ-07Vestur 5-0

Skála-NSÍ 3-2

Les eisini:

Støðumeting av topp 5 liðunum: HB

Støðumeting av topp 5 liðunum: B36