Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Einki stríðsval í FSF

Jákup Ósá

Einki felag hevur stillað nakran upp ímóti Christian Andreasen, verandi forseta, ið sostatt heldur fram. Tað skilir Norðlýsið frá góðum keldum í kvøld. Høgni í Stórustovu hevur annars í skrivi biðið feløgini umhugsað støðuna og møguleikarnar fyri at fáa eitt val um, hvør skal vera forseti. Høgni er fyrrverandi forseti og hevur sagt, at feløg kunnu antin stilla seg ella onkran annan upp ímóti verandi forseta.

Nú tykist tó greitt, at einki felag hevur stillað nakað mótvalevnið upp móti verandi forseta. Sostatt heldur Christian Andreasen væntandi fram sum forseti í FSF komandi fýra árini.

Les eisini:

Spenningur um vit fáa stríðsval um forsetasessin í FSF

Stillar Høgni í Stórustovu upp til forsetasessin í FSF?