Um tú ætlar tær á miðnám, so verður mikukvøldið møguleiki at kunna teg um umstøðurnar á Kambsdali.
Um tú ætlar tær á miðnám, so verður mikukvøldið møguleiki at kunna teg um umstøðurnar á Kambsdali.
Mikukvøldið frá klokkan 17 til 21 letur Miðnám á Kambsdali dyrnar upp, soleiðis at øll hava møguleika at hitta lærarar, næmingar og lestrarvegleiðarar. Eisini er møguleiki at uppliva góðu karmarnar á skúlanum, sum júst er útbygdur við nýggjum bókasavni, kreativum verkstovum og øðrum.
“Skúlasamanleggingin og útbyggingin á Kambsdali hava heilt víst skapt eitt meira livandi og fjølbroytt lestarumhvørvi, og tað er umráðandi fyri okkum, at komandi næmingar og foreldur teirra fáa høvi at koma á skúlan og kunna seg við tað, sum fyriferst her,” sigur Páll Isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdali.
Skúlin bjóðar seks ymiskar breytir innan bæði gymnasialt miðnám og yrkismiðnám. Komandi skúlaár er møguleiki at søkja inn á allar breytirnar. Umsóknarfreistin er 15. mars.




