Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hoyggjhúsið hjá Nólsoyar Páll reist

Dávur Winther

Húsini hjá Nólsoyar Páll, sum eftir tátíðar meti hava verið stór hús – ein fýra leingjaður garður, verða sum kunnugt endurreist á Biskupstøð í hesum døgum.

Húsini hjá Nólsoyar Páll, sum eftir tátíðar meti hava verið stór hús – ein fýra leingjaður garður, verða sum kunnugt endurreist á Biskupstøð í hesum døgum.

Nú er komið so væl áleiðis, at hoyggjhúsið hjá Nólsoyar Páll er reist. Síðani verður farið til hinar partar av húsunum fjósið, hjallin og sethúsini, sum tó øll hoyra saman undir somu lon.

Alt verður vandaliga gjørt av hegnismonnunum Sjúrða Sólstein og Archibald Black. Eisini gomlu amboðini hjá Jákup bónda eru sloppin uppí part – m.a. eru allir bitarnir hølvaðir við listhøvlinum, sum Jákup bóndi brúkti til mongu bátarnar, hann smíðaði.

Jú, væl líður frá og eftir ætlan skal øll lonin verða innilokað móti sumri í ár.