Hondbóltsfepur er eisini í Klaksvík tí bæði Stjørnan og Team Klaksvík leika finalur í høllini á Hálsi í dag. Norðlýsið fer at skriva um finalurnar, so hvørt tær verða leiktar. Myndamaður okkara verður á blettinum.
Tað er hugaligt at síggja at ungdómsarbeiði hjá hondbóltsfeløgunum ber ávøkst. Stjørnan hevur tvey lið í finalunum, ímeðan Team Klaksvík hevur eitt lið. Gentur 14 og Gentur 17 hjá Stjørnuni og Dreingir 14 hjá Team Klaksvík.
Skráin fyri Faxe Kondi finalurnar í dag:
kl 12.50 G10 VÍF – Kyndil
kl 13.30 D10 VÍF – Tjaldur
kl 14.10 G12 Neistin A – Neistin B
kl 15.00 D12 H71 – StÍF
kl 15.50 G14 Stjørnan – H71
kl 16.50 D14 Team Klaksvík – H71
kl 17.50 G17 H71 – Stjørnan
kl 19.00 D16 VÍF – Neistin




