Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skótaguðstænasta Hugsunardagin

Tíðindaskriv

Hey allir skótar, verðandi sum fyrrverðandi, komandi sum avvarðandi, ella bara tí tú hevur hug.

Mikudagin hin 22.februar, er Hugsunardagur, hjá heimsins skótum. Hesin dagur, er serligur, tí hetta er dagurin ið hjúnini Lady Olave og Lord Robert S. S. Baden-Powell Barónur av Gilwell, høvdu føðingardag. Hann var føddur 22.februar 1857, og hon 22.februar 1889.

Hugskotið um Hugsunardagin, er sprotin av, at hjúnini Baden-Powell frábóðu sær føðingardagsgávur. Her av, kom so hugskotið um “World Thinking Day” ella á føroyskum, Hugsunardagur.

Vit, skótarnir í Klaksvík, hava siðvenju at fara í kirkju henda dag. Vit vilja tí bjóða øllum, ið eru áhugaði, til Skótaguðstænastu, mikukvøldið 22.februar kl 19.00 í Christianskirkjuni har Jóannes Purkhús prædikar. Aftaná bjóða vit, skótarnir, drekkamunn í kirkjukjallaranum.

Allir skótar møta í skótahølunum kl 18.45.

Við skótakvøðu

Skótaliðini í Klaksvík