Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kanning vísir, at flestu almennu feløgini og grunnarnir eru í Suðurstreymoy

Helgi Abrahamsen

Heili 81% av partafeløgunum sum landið eigur ella eigur í eru staðsett í Suðurstreymoy. Harumframt eru 67% av vinnurekandi grunnunum hjá landinum og 77% av landsgrunnunum og -stovnunum í Suðurstreymoy.

Heili 81% av partafeløgunum sum landið eigur ella eigur í eru staðsett í Suðurstreymoy. Harumframt eru 67% av vinnurekandi grunnunum hjá landinum og 77% av landsgrunnunum og -stovnunum í Suðurstreymoy.

Nógv mest av bruttovinninginum hjá útflutningsfyritøkunum er í Eysturoy, og lutfalsliga nógv minst er í Suðurstreymoy, Sandoy og Norðstreymoy.

Hetta og nógv annað sæst í eini kanning, sum grannskoðarafyritøkan NUMO hevur gjørt fyri Vinnulívsráðið í Klaksvík.

Sama mynstrið í Danmark

Vinnulívsráðið heitti í fjør á NUMO um at gera eina kanning og frágreiðing um ”staðseting av almennum stovnum” í Føroyum.

Frammanundan hevði Vinnulívsráðið samstarvað við felagsskapin “Staten i hele Danmark”, sum legði grundarlagið undir politisku støðutakanina, sum seinasta ár hevði við sær, at samtykt varð at leggja almennar stovnar út og desentralisera 3.900 arbeiðspláss í Danmark.

Kanningin hjá NUMO vísir, at umframt landsins virksemi, sum er spjatt kring alt landið, verða góð 80% av tí sum fer til meira staðbundnu stovnarnar, brúkt til stovnar í Suðurstreymoy.

Stóran týdning fyri økið

”Royndir úr øðrum londum vísa, at verða útflytingar av landsins stovnum væl fyrireikaðar, staðsettar á hóskandi økjum og økini taka væl ímóti, so hevur hetta við sær menning av arbeiðsmarknaðinum, fakliga og vinnuliga umhvørvinum, útbúgvingarstovnum v.m. á staðnum,” stendur í niðurstøðuni hjá NUMO.

”Ávirkanin er sera miðsavnað rundan um staðsetingina av nýggju almennu arbeiðsplássunum.

Í flest øllum øðrum førum kann landsins virksemi staðsetast kring landið, ikki minst havandi í huga góðu samskiftismøguleikarnir, ið eru nú á døgum, og uppaftur betur fæst í lag ein felags talgild skipan fyri alt landið,” stendur í niðurstøðuni.

Kanningin sum NUMO hevur gjørt fyri Vinnulívsráðið í Klaksvík er fíggjað av vinnulívsfyritøkum í Klaksvík.

Í nevndini fyri Vinnulívsráðið sita:

Karl Birgir Isaksen, formaður
Hilmar Danielsen, næstformaður
Elsubeth Poulsen, peningarøkil
Rani Nolsøe, nevndarlimur
Heini Hansen, nevndarlimur
Jógvan við Keldu samskipari