Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kári P. Højgaard gleðir seg til fyrsta skotið í Eysturoyartunnlinum

John William Joensen

Fyrrverandi landsstýrismaðurin í tunnilsmálum, Kári P. Højgaard, viðgekk á tingsins røðarapalli í morgun, at tað var trupult at savna seg um at viðgera eitt ríkislógartilmæli, nú stóri dagurin var upprunnin, tá fyrsta skotið í Eysturoyartunnlinum verður latið.

Tað er semja millum løgtingsfólk, at tað er serliga einum manni at takka fyri at Eysturoyartunnilin, aftur varð settur á politisku dagsskránna, soleiðis at vit í dag kl. 14 kunnu hátíðarhalda fyrsta skotið.

Verkætlanin er í dag meira enn tvífald tað verkætlan, sum Kári legði fyri tingið, tí hon inniheldur eisini Sandoyartunnilin.

Niðanfyri sæst rómurin í Løkshøll á heysti 2013, tá landstýrismaðurin varð í brennideplinum, fyri at hava tikið alla tað politisku skipanina til fanga í málinum um Eysturoyartunnlin.