Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brandur Sandoy: Hetta er startskotið til Sandoyartunnilin

Helgi Abrahamsen

“Hetta er startskotið til Sandoyartunnilin. Tí eri eg komin norður at hyggja eftir hesum. Og so havi eg eisini verið við til at samtykkja lógina, sum ger hetta møguligt.” Tað sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi.

“Hetta er startskotið til Sandoyartunnilin. Tí eri eg komin norður at hyggja eftir hesum. Og so havi eg eisini verið við til at samtykkja lógina, sum ger hetta møguligt.” Tað sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, sum taldist millum tey mongu, sum vóru samlað við tunnilsmunnan á Strondum, nú fyrsta skotið varð latið av fyri Eysturoyartunlinum.

Spurdur um dagurin í dag eisini er ein stórur dagur fyri Sandoynna svarar Brandur:

“Ja hetta er eisini ein stórur dagur fyri Sandoynna – men sjálvandi, tað verður ein størri dagur, tá vit fara at skjóta fyrsta skotið fyri Sandoyartunlinum sjálvum. Men hetta er eisini ein stórur dagur,” sigur hann.

Vit koyra undir Skopunarfirði í 2023

Brandur Sandoy er ikki bangin fyri, at samlaða verkætlanin fer at steðga upp, tá Eysturoyartunnilin er liðugur, og áðrenn Sandoyartunnilin er gjørdur.

“Nei tað rokni eg ikki við fer at henda, tí tann lógin sum bleiv gjørd, hon bindur rættiliga væl fyri, so tað skuldi verið gjørligt at gjørt alla hesa verkætlanina út í eitt,” sigur hann.

Viðvíkjandi spurninginum um tað var rætt at gera tunnilin almennan heldur enn privatan sigur Brandur, at samfelagsliga heldur hann, at hetta er ein góð loysn.

“Men um tað verður ein so stór og góð “cash-kúgv”, sum onkur vil vera við, tað mugu vit bara vóna,” leggur hann afturat.

Brandur Sandoy roknar við at kunna koyra undir Skopunarfirði í 2023.


Harleyfacadeacryl