Fiskiskapurin er sera góður hjá línuskipunum í Íslandi.
Fiskiskapurin er sera góður hjá línuskipunum í Íslandi.
Jákup B hevur tvær ferðir landað í Íslandi eftir góðar túrar. Jákup B hevur hendan túrin roynt síðani 14. februar og hevur í dag umleið 150.000 pund. Hann landar væntandi í Føroyum fyrst í komandi viku. Kvikk fór avstað 11. februar og hevur í dag umleið 200.000 pund, har størsti parturin er toskur og hýsa. Sostatt er talan um rokfiskiskap undir Íslandi hjá ísfiskalínuskipunum.




